19.05.2023

Námsfrøðingar og avloysarar til Stropan á Kambsdali

Brennur tú fyri trivnaðinum og menningini hjá tí einstaka barninum?

Kundi hugsa tær at arbeitt miðvíst við Betri vinir og motoriskari sansastimbran?

Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið vilja verða við í okkara menningararbeiði og sum ynskja at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin byrjaði sítt virksemi í september 2012 og er ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár. Á stovninum eru fimm stovur: tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein miðlingastova. Á stovninum starvast 18 dugnalig, eldhugað, nærløgd, fjølbroytt og stuttlig starvsfólk, ið gleða seg at fáa teg í starvsfólkahópin.

Dagstovnurin liggur á Kambsdali, ið er ein sonn náttúruperla, ið setur stóran dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Á stovninum arbeiða vit m.a. við Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Harafturat leggja vit stóran dent á motoriska sansastimbran og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, eru ígongdsetandi, duga at samstarva, taka ábyrgd, og duga at seta sær mál, eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Harafturat sóknast vit eftir:

Avloysarum, ið kunnu starvast skiftandi vaktir og møta við stutttíðar fyrivarni. Lesandi eru eisini vælkomin at søkja.

Vit bjóða:

  • Áhugaverdfulltíðarstørvætlaðnámsfrøðingum, har møguleiki kann verða fyri niðursettari arbeiðstíð.
  • Størv við skemalagdari fyrireikingartíð, ið gevur góðar umstøður til at fyrireika, eftirmeta og útinna ta námsfrøðiliga arbeiði.
  • Størv, har menningin hjá tí enstaka barninum er í miðdeplinum.
  • Størv, har foreldrasamstarv verður raðfest høgt.
  • Størv, har ein kemur at hava ávirkan á sítt arbeiðslív.
  • Størv, har ein gerst partur av einum góðum og støðugum starvsfólkahópi, ið raðfestur trivnað og fakliga menning høgt.

Setanarviðurskifti:

Størvini verða sett mánadagin 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar eru eisini vælkomnir at søkja. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønarflokkur 2 - 8 fyri hjálparfólk og 11 – 24 fyri námsfrøðingar. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn:

Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: Mánadagin 5. juni 2023

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5
530 Fuglafjørður

Ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um størvini og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara á tlf. 238041 ella stropin@fuglafjordur.fo .Eisini ert tú vælkomin at vitja okkum á Børkugøtu 1 á Kambsdali.

Starvslýsing sum PDF