ÍF

Ítróttarfelag Fuglafjarðar, ÍF, varð stovnað 25. mars 1946. ÍF varð tað fyrsta felagið úr Eysturoynni, sum vann Føroyameistaraheitið í fótbólti; tað var í 1979.

í mars 2021, tá ÍF helt 75 ára hald, varð nýtt snotiligt hús tikið í nýtslu. Fleiri ítróttarfeløg hava fingið hølir í húsinum umframt at venjingarhøli, sum eisini kann brúkast av almenninginum er í húsinum.

ÍF hevur heimasíðu: www.if.fo

Nevndin (2024):

Georges Rouah, Forfólk

Hjalti Lundsbjerg, Varaforfólk

Høgni á Lakjuni, Kassameistari

Marta Sólheim Thomsen, Skrivari

Rói Dalsá Olsen, Nevndarlimur

Fríði Reinert-Petersen, Tiltakslimur

Linda Joensen, Tiltakslimur