Dagstovnar
Í Fuglafjarðar kommunu verður trivnaður settur í hásæti. Vit ynskja, at børnini koma at kenna viðurkenning og lívsgleði í teirra gerandisdegi.
Í kommununi eru tveir barnagarðar við vøggustovu og ein frítíðarskúli.
Barnalund er vøggustova og barnagarður í Fuglafirði.
Stropin er vøggustova og barnagarður á Kambsdali.
Kambur er frítíðarskúli í Fuglafirði.
Kommunan leggur dent á at menna sosialu, skapandi og fakligu førleikarnar hjá børnununum og ynskja at menna, og geva teimum hugin at læra.
Umsóknir um upptøku:
Umsóknir um pláss í vøggustovu ella barnagarð er at finna undir teignum oyðubløð.
Ansingargjøld pr. 1. januar 2016: | |
Vøggustova: | 1700 kr. |
Barnagarður: | 1300 kr. |
Frítíðarskúli (fullan dag) | 1300 kr. |
Frítíðarskúli (skúlabørn) | 700 kr. |