Ofta settir spurningar

Barnsburður? 

Ringjast skal til ljósmøðraviðtaluna í Fuglafirði á telefon 44 43 60.

Fráboðan um leysgangandi djór?

Fráboðanir um leysgangandi djór, t.e. seyð, gæs, hund ella hest, skal gevast politistøðini í Runavík á telefon 47 14 88. Haðani verða boð givin hundafangaranum í Fuglafjarðar kommunu.

Hvussu biði eg um bátapláss?

Fuglafjarðar havn umsitir bátaplássini, les meir um tað her.

Hvussu flyti eg? 

Verður flutt innanfyri kommunumark, verða boð givin Fuglafjarðar kommunu. Verður flutt til aðra kommunu í Føroyum, boðar tú frá í teirri kommunu, sum tú flytir til.

Verður flutt til Danmarkar ella annað Norðurland, skalt tú nýta "Internordisk flytteattest", sum handa verður teirri kommunu, ið flutt verður til.

Verður flutt til stað uttanfyri Norðurlond, boðar tú Fuglafjarðar kommunu frá, og vit boða síðan Landsfólkayvirlitið og heilsutrygd frá. Landsfólkayvirlitið boðar TAKS frá.

Borgarin skal sjálvur boða posthúsi, peningastovni o.s.fr. frá.

Hvussu fyrihaldi eg meg í sambandi við andlát og jarðarferð? 

Boðað verður frá á kommunuskrivstovuni nær viðkomandi andaðist, og nær jarðarferðin verður. Gravarin fær boð hiðani, og hann syrgir fyri at grøv verður grivin. Í hesum sambandi verður minnt á, at avvarðandi kunnu biða pláss til hjúnarfelaga undir liðini á grøvini, sum grivin verður.

Avvarðandi sjálvi skulu seta seg í samband við prest og sangarar. Kommunan bjóðar kortini líkbil til teirra, ið ynskja tað. Prestur hevur telefon 44 40 13, meðan høvuðsnummar kommununar er 66 80 00.

Hvussu vera boð givin barnaverndini? 

Samband fæst við at formann barnaverdarinnar á telefon 23 80 59.

Eisini ber til at ringja til leiðaran á sosialu deild, Irenu Olsen, á telefon 23 80 13.

Rottur?

Um tú varnast rottur, skal boðast frá til rottufangaran, á telefon 23 80 27.