Byggiloyvi

Tá ið tú skalt byggja, skal umsókn um byggiloyvi sendast kommununi til góðkenningar.

Tú hevur ikki loyvi at fara undir bygging, fyrr enn byggiloyvi er játtað. Tá ið tú søkir um byggiloyvi, er tað umráðandi, at fólk við neyðugum førleika gera tekningar og útrokningar. Tað eru arkitektar, byggifrøðingar, verkfrøðingar, teknikarar ella onnur, sum byggivaldið heldur hava nóg holla vitan og kunnleika.

Byggiloyvi

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum – www.samleikin.fo.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda kommununi eina umsókn á info@fuglafjordur.fo. vegleiðing til umsóknina finnur tú her.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.