Um okkum

Fyrstu tekin um búseting í Fuglafirði fingust í 1956, tá ið grivið varð út fyri eini hoyggjhúsgrund heimi á Oyruni. Komið varð niður á eina húsatoft við fjósi. Við at grava longur niður, kom til sjóndar, at fimm hús høvdu staðið oman á hvørjum øðrum á somu grundini, og hvørt var avtoftað eftir annað. Kanningar vístu, at tey elstu húsini vóru frá víkingaøld, um ár 950 - 1050.

Í 1781 eru fýra býlingar í Fuglafirði. Við Gjógvara, Við Garð, Í Toftum og á Áargarði. Miðskeiðis í 1800-talinum og frameftir komu býlingarnir Á Trøðni, á Bakkanum og á Høvdanum. Í 1920-árunum vóru allir býlingarnir samanvaksnir. Í 1940-árunum komu býlingarnir í Rossagerði (í neðra), í Fløtugerði og vestur á Horn, og frá 1970-árunum hevur verið bygt á Bjarnafløtum, í Toftabønum og Norður í Bø.

Við fyrstu fólkateljingina í 1801 búðu 128 fólk í Fuglafirði. Fólkateljingin í 1901 sigur frá, at tá búðu 325 fólk í Fuglafirði. Hundrað ár seinni búðu 1519 fólk í Fuglafirði. Í dag liggur talið á 1507 fólk í Fuglafjarðar kommunu.

 

Samband

Býráðsskrivstovan
Ennivegur 38
530 Fuglafjørður

Opið
Mánadag til fríggjadag: 10.00 - 15.00

Telefonin svarar:
Mánadag til hósdag: 8.00 - 16.00 og fríggjadag 8.00 - 15.00

Telefon nr.: 66 80 00
Fax: 44 46 57 - 44 46 47
Teldupostur: info@fuglafjordur.fo