Børn og ung

At okkara yngsta ættarlið hevur tað gott, og er í tryggum og góðum umhvørvi, man vera nakað, ið liggur okkum øllum tungt á hjarta og ynskja vit tí at røkja hetta hjartamál. Her í kommununi eru tveir barnagarðar við vøggustovu og ein frítíðarskúli.

Eins og yngsta ættarlið hevur nógv at siga, so hevur tað unga ættarliðið ikki minni at siga. At megna at útbúgva okkara unga ættarlið til eina framtíð, har krøvini til okkum øll støðugt mennast, er endamálið hjá fólkaskúlanum.

Her inni finnur tú upplýsingar til børn og ung í Fuglafjarðar kommunu. Omanfyri kanst tú millum annað velja at lesa um dagstovnarnar í kommununi, síggja alt innan skúlalívið og eisini upplýsingar um heilsufrøðingin, ið ráðgevur og stuðlar foreldrum í kommununi.