27.02.2024

Fuglafjarðar kommuna bjóðar vinnuni til morgunmat

Hósmorgunin 7. mars 2024 kl. 09.00 bjóðar Fuglafjarðar kommuna vinnuni í Fuglafjarðar kommunu til kunnandi fund og morgunmat.

 Fuglafjarðar kommuna fer nú at taka táttin upp, einaferð um árið, at bjóða vinnuni til óformligan morgunmat við framløgum og kjaki um ymisk týðandi evnir, sum eru á dagsskrá hjá kommununi.

Endamálið er at styrkja samskiftið og samstarvið millum kommununa og vinnulívið.

Á fundinum verða millum annað hesi evnir umrødd:

  • Íløguætlanin hjá kommununi í 2024
  • Heildarætlan fyri kommununa
  • Miðbýarætlan fyri Fuglafjørð
  • Grøna orkuskiftið
  • Hvussu styrkja vit samstarv millum vinnuna og kommununa?

Vit vóna at hugur og møguleiki er at luttaka í tiltakinum. Freistin at melda seg til tiltakið á telduposti info@fuglafjordur.fo ella á telefon 66 80 00 er 22. Februar 2024.

Fyri at fáa so nógvar ymiskar fyritøkur við sum møguligt er talið av luttakarum avmarkað til 2 fyri hvørja fyritøku.

Nærri kunning um hvar morgunmatarfundurin verður hildin, kemur seinri.