Barnavernd

Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Karvatoftir 4B
530 Fuglafjørður

Telefon: +298 23 80 55

Teldupostur: barnavernd@fuglafjordur.fo

Avgreiðslutíð: mánadag - fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00

Vakttelefon: +298 23 80 59 (svarar gerandisdagar eftir kl. 15.00 og í vikuskiftunum)

Starvsfólk :

Navn: Ábyrgdarøki: Teldupostur: Telefon:
Ingi Hansen Leiðari ingi@fuglafjordur.fo +298 23 80 56
Súsanna Gaard Sosialráðgevi susanna@fuglafjordur.fo
Maria í Grund Sosialráðgevi maria@fuglafjordur.fo
Sofía P. Splidt Sálarfrøðingur sofia@fuglafjordur.fo
Tóra Toftegaard Skrivari tora@fuglafjordur.fo

 

Barnaverndarnevndin:

Hugo Leo, formaður

Diana Hansen, næstforkvinna

Sigga Óladóttir á Grønutúgvu

Elin S. Olsen

Katrin I. Gregersen

 

Hesar bygdir hoyra undir Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu: Fuglafjørður, Kambsdalur, Hellurnar, Norðragøta, við Gøtugjógv, Syðrugøta, undir Gøtueiði og Leirvík.

Vælferð barnsin – ein felags ábyrgd

Fráboðanarskyldan

Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin. Barnaverndartænastan skal sum skjótast, og seinast innan eina viku, ganga ígjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk.

Høvuðsbarnaverndarnevndin

Høvuðsbarnaverndarnevndin viðger ávís mál í sambandi við arbeiðið hjá barnaverndarnevndunum kring landið, m.a. tá avgerð skal takast í:

  • øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti
  • málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan (av advokati)
  • málum um familjuviðgerð á stovnum hjá landinum
  • málum um dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum
  • málum, har samtykki ikki er fingið frá tí/teimum, ið hava foreldramyndugleikan
  • málum, har børn úr 15 árum ikki hava givið samtykki

Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit kenna til mál, har eitt barn er fyri umsorganarsvíki ella ágangi. Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum vanliga borgaran og fakfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Hesin seinni bólkurin hevur herda fráboðanarskyldu, sum merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá.

Les um fráboðanarskyldu í lóg um barnavernd.

Torført kann vera at vita við vissu, nær eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi, men sum borgari hevur tú skyldu til at gera vart við, um tú hevur kunnleika til slík viðurskifti. Fráboðast skal eisini um kvinnu, sum er við barn, tá mett verður, at tørvur er á stuðli m.a. orsakað av rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.

Fráboðanir skulu vendast til Barnaverndartænastuna – um tú ert í iva, ert tú vælkomin inn á gólvið til eitt prát.

Les meira um:

Fráboðan frá fakfólki

Fráboðan frá hvørjum einstøkum

 

Nær er talan um vansorgan og/ella ágang?

Tá eitt barn, ið er bundið at umsorgan frá øðrum, ikki fær neyðugu umsorganina ella er fyri ágangi frá avvarðandi, er talan um vansorgan. Vansorgan og ágangur móti børnum kunnu býtast í nakrar høvuðsbólkar, sum tó kunnu umskarast:

Vansorgan
Likamlig vanrøkt
Vanrøkt í sambandi við umsjón og eftirlit
Vanrøkt í sambandi við skúlagongd
Kenslulig/sálarlig vanrøkt

Ágangur
Kensluligur/sálarligur ágangur
Likamligur ágangur
Kynsligur ágangur
Ágangur móti barni í móðurlívi

Skilt verður eisini millum óbeinleiðis og beinleiðis vansorgan og ágang. Óbeinleiðis vansorgan og ágangur er, tá barninum vantar eitthvørt, t.v.s. at grundleggjandi tørvir ikki verða nøktaðir í nóg stóran mun. Beinleiðis vansorgan og ágangur er, tá ein, sum geva skal umsorgan, heldur ger beinleiðis skaða á tann, hann átti at havt umsorgan fyri, antin við likamligum ella sálarligum harðskapi.

Hond eigur at verða tikin um eitt barn, sum er fyri vansorgan ella ágangi. Um tú varnast viðurskifti, sum vísa, at eitt barn ikki fær neyðugu umsorganina, eigur tú at boða barnaverndartænastuni frá.

 

Hvussu kann barnaverndin hjálpa? - YouTube

Faroese Child Welfare Services - YouTube

Privatlívspolitikkur til - Barnaverndartænastan