Vitjanartænasta

Fuglafjarðar Kommuna og Reyði Krossur Føroya hava avtala at skipað eina vitjanartænastu fyri Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar.

Vilt tú vera vitjanarvinur?
At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Sum vitjanarvinur vitjar tú vin tín eina ferð um vikuna, ella eftir avtalu. Ein vitjan varar ein til tveir tímar.

Vilt tú hava vitjan?
Kundi tú hugsa tær ein vitjanarvin? So ber til at gera avtalu við Reyða Kross Vitjanartænastuna um at fáa vitjan eina til tvær ferðir um vikuna, ella eftir avtalu.

Samband
Hevur tú hug at gleða við eini vitjan? Ella hevur tú hug at fáa vitjan av einum vitjanarvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

Sunrid Traðará                                  Alexandru Georgesdóttir
59 51 50                                                 28 51 41
sunrid.tradara@gmail.com             georgesdottir@gmail.com

Vitjanarvinir hjá Reyða Krossi eru álítandi og hava tagnarskyldu