Søga kommununar

Fuglafjarðar kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna 1. august 1918, eftir at bæði løgting og landsting høvdu tikið endaliga avgerð um evnið. Tá kommunan gjørdist sjálvstøðug, var fólkatalið 624, umfatandi bygdirnar Fuglafjørður og Hellurnar.

Grundað á stórt vinnuligt virksemi vaks kommunan skjótt, so fólkatalið í 1930 varð 780, í 1942 - 976 fólk, í 1950 - 1227 fólk, í 1960 - 1267 fólk, í 1970 - 1380 fólk, í 1980 - 1599 fólk, í 1990 - 1643 fólk, í 2000 - 1547 fólk, í 2010 - 1567 fólk og í ár í 2016 eru tað 1521 fólk í kommununi.

Í 1985 varð so fyrsta niðursetingin á Kambsdali veruleiki, og Kambsdalur bleiv eftir hetta ein partur av kommununi.

Hóast fólkatalið 1978 fór yvir tey 1500, sum er lægsta mark fyri eini býarkommunu eftir táverandi kommunustýrislóg, so gingu heili 15 ár, til kommunustýrið tók avgerð um at heita á Føroya landsstýri um at fáa býarheiti, og varð henda avgerð endaliga staðfest í juni 1993.

Samband:
Býráðsskrivstovan
Ennivegur 38
530 Fuglafjørður
Opið:
Mánadag til Fríggjadag:

10.00 - 15.00
Telefon:66 80 00
Fax:44 46 57 - 44 46 47
Teldupostur:info@fuglafjordur.fo