Bussur til rørslutarnað


Nánd bjóðar avvarðandi hjá rørslutarnaðum fólkum (sita í koyristóli ella líknandi) at læna ein buss mótvegis einum gjaldi á kr. 200,-, umframt kr. 1,- pr. km, ið koyrt verður.

Mannagongd fyri lán av bussinum hjá Nánd Hvør kann


Far væl við bussinum, koyr lógliga og set bussin aftur uttan fyri Doktarahúsið í Fuglafirði áðrenn kl. 22.00.

Nær kann bussurin lænast?
Avvarðandi hava møguleika fyri at læna bussin, í tann mun hetta letur seg gera, í tíðarskeiðinum:
Mánadag til fríggjadag millum kl. 18.00 og 22.00
Leygardag og sunnudag millum kl. 08.00 og 22.00
Til høgtíðir og aðrar merkisdagar er serskipan galdandi. Tá ber til at lána buss, men Nánd má samskipa tíðirnar. Hetta tí at tað kann hugsast, at tað eru fleiri fólk, ið ynskja at vitja síni kæru.

Hvussu kann bussurin lænast?
Vesturstova í Fuglafirði tlf. 730 230 tekur ímóti bílegging og skrásetir upplýsingar. Tú heintar og letur aftur lykilin á Vesturstovu. Bussurin hevur tilhaldsstað uttan fyri dagtilhaldið Doktarahúsið í Fuglafirði.

Ásetingar
Bussurin skal latast aftur í sama standi. Er tangin minni enn hálvur, skal brennievni fyllast í tangan. Lat Vesturstovu kvittan, so verður upphæddin mótbókað gjaldinum fyri lán. Um skaði kemur á bilin, so boða Vesturstovu frá, tá tú letur lykilin innaftur.