Nánd – heimatænastan

Fuglafjarðar og Eysturkommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Navnið á samstarvinum er Nánd.

Stýrið og leiðsla fyri Nánd gleða seg til at fremja eitt gott og uppbyggjandi arbeiði á eldraøkinum, ið tekur støði í tørvinum hjá tí einstaka menniskjanum.

Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu, og vit hava lagt okkum eftir at skipa yvirtøkuna á ein hátt, so fólk í minst møguligan mun koma at merkja órógv.

Hevur tú spurningar, eru uplísingarnar at fina á  https://www.eysturkommuna.fo/nand/, ella senda teldupost á nand@eystur.fo  Nándo.