Barnalund
Dagstovnurin í Fuglafirði eitur Barnalund og heldur til á Mirmansvegi 39. Stovnurin varð settur á stovn januar 1991, og varð útbygdur 1. august 2007.
Dagstovnurin er ein samansjóðaður stovnur, ætlaður til 76 børn í aldrinum 0 til 6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Í kjallaranum er ein barnagarðsstova.
Leiðari á stovninum er Leila Hentze Hansen, telefon nr.: 23 80 31
Stovurnar:
Undir fossi, 23 80 33
Undir hamri, 23 80 34
Á Rókini, 23 80 35
Í Króki, 23 80 36
Teldupostur: dagfugl@fuglafjordur.fo
Upplatingartíðir:
Mánadag til fríggjadag, kl. 7.30 - 17.00.
Grundlógardag og Ólavsøkuaftan er opið til middags.
Stongt er fast hesar dagar: Jólaaftan og millum jóla og nýggjárs.
Flaggdag og Ólavsøkudag.
Barnalonin fer í summarfrí í tvær vikur í seinnu helvt av juli mánað.
Foreldraráði í Barnalund heyst 2017
Henny Abrahamsen / formaður.
Sandra Jovevic / næstformaður.
Rósa Gaardlykke / skrivari.
Klara Petersen / nevndarlimur.
Leivur á Lakjuna / nevndarlimur.