Vel heimapart frá

Ert tú borgari í Fuglafjarðar kommunu, eru tú og húski títt sjálvvirkandi uppskrivað til at fáa heimapart.

Ynskir tú ikki longur at vera skrásettur til at fáa heimapart til títt húski, so kanst tú boða frá her.


Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum – www.samleikin.fo.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda kommununi eina umsókn á info@fuglafjordur.fo.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.