Dagstovnapláss

Tú kanst søkja um dagstovnapláss í vøggustovu, barnagarði og frítíðarstovu gjøgnum Vangan.

Fyri at kunna fáa pláss skulu annað foreldrið og barnið búgva í Vestmanna kommunu.

Heitt verður á teg/tykkum um at søkja um pláss í góðari tíð.

Er neyðugt at tryggja barnið tínum pláss á stovninum til ávíst dato, skal umsóknin verða kommununi í hendi, minst tríggjar mánaðir áðrenn barnið skal byrja á stovninum.

 

Dagstovnapláss

 

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum – www.samleikin.fo.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn við at trýsta her.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.