28.06.2024

Heimapartar frá grindini í Hvannasundi

Íbúgvar í Fuglafjarða kommunu fáa heimapartar frá grindini, sum legði beinini í Hvannasundi fyrr í morgun. Væntandi verður klárt at skera upp umleið kl  19:00. Heitt verður á fólk um at fylgja við á Facebook.

Grindin verður skorin upp á havnalagnum frá Havnaskrivstovuni og heimeftir. Heitt verður á fólk um at hjálpa til við, at skera upp.

Dávur Juul, borgarstjóri