Í góðum grannalag

Trø og runnar í góðum grannalag

Trø og runnar, eins og annar vøkstur, kálgarðar og plantur, eru vorðin natúrligur partur í urtagørðum og kring sethús annars. Alt hetta er við til at skapa trivna og hugna í okkara dagligdegi og í okkara frítíð.

Men trø og runnar eru tíverri eisini vorðin ein orsøk til ónøgd og forargilsi millum grannar.

Summi trø og runnar darva útsýnið hjá grannum, onnur trø skugga, og uppaftur onnur fylla tún og gøtur við bløðum og nálum. Vanligt er, at trø kunnu plantast allastaðni í einum hava. Tó so, er neyðugt ikki at vera ov nær at marki til grannar. Ansast má eftir, at trøini, tá tey vaksa, ikki skaða nakað á granna ognini ella eru til vanda fyri nakran.

Grannar

Grannin skal hava frítt at fara fram við sínum marki, og vandi má ikki vera fyri, at greinar o.a. kunnu detta niður til skaða fyri granna ella tey, sum fara framvið á gongubreytum og økjum, ið eru opin fyri almennari ferðslu. Tað er til ampa, tá greinar og røtur vaksa um mark á granna ognini. Tí er tað góður siður at heita á tann, ið trøini eigur, um vinarligast at geva hesum gætur. Týdningarmikið er eisini, um trø kunnu koma at skugga hjá grannanum. Tað eru serliga tvey viðurskifti, sum gera av, hvørt eitt træ skuggar og vekir øsing. Eitt er, hvar træið stendur í mun til markið, og hitt, hvussu høgt træið veksur.

Gróðursetan og ættirnar

Gevið gætur um, hvar grannin er. Um gróðursett verður á norðursíðuni á stykkinum, kemur skuggi í garðin hjá grannanum norðanfyri um middagsleiti, meðan verður gróðursett á eins egnu suðursíðu verður mesti skuggin inni hjá einum sjálvum á middegi. Verður gróðursett á eystur- og vestursíðunum, verður skuggi um sólarris og sólsetur. Á morgni og kvøldi eru skuggarnir langir og fevna víða. Hetta er ofta eisini tíðarbilið, ein best hevur hug at dvølja uttanfyri eina løtu

 

 

Lógir

Sambart donsku Hegnslov ,§1, stk. 6 og stk. 11  stendur m.a. soleiðis:

Stk. 6. Fælleshegnenes dimensioner fastsættes om fornødent af hegnsynet. Ved boligbebyggelse bør højden af hegn mod naboejendommen, hvor ikke ganske særlige forhold taler derimod, fastsættes til 1,80 m og må ikke uden naboens samtykke overstige 2 m. For fælleshegn mellem haver og landbrug eller større åbne pladser, der ikke omfattes af bestemmelsen i § 18, stk. 5, gælder dog samme regler vedrørende levende hegns højde som i § 18, stk. 4, anført.

§ 11. Hegn langs gade, vej, sti eller plads, som er åben for almindelig færdsel eller udlagt til brug for flere særskilt matrikulerede og i særligt eje værende ejendomme, skal rejses helt på egen grund og levende hegn plantes i en sådan afstand fra vejens areal, at bevoksningen til enhver tid kan holdes indenfor skellinien. Hegnets højde fastsættes om fornødent af hegnsynet under hensyntagen til bestemmelserne i § 10, stk. 3, og § 6. Grundejeren kan ikke overfor det offentlige eller vejejeren stille krav om deltagelse i udgiften eller arbejdet ved hegnets rejsning.

Hegnloven: Bekendtgørelse af lov om hegn\n(Hegnsloven) (retsinformation.dk)

Vegleiðing

Í vegleiðingum, bæði í Danmark og her í Føroyum, verður gingið eftir hesum reglum. Hetta merkir, at hæddin á trøum ikki er hægri enn 1,8 metrar á markinum, og ikki hægri enn 1,8 metrar + fjarstøðuna frá marki til har, sum træið er plantað. Tað vil siga, um eitt træ verður plantað 2 metrar frá marki, eigur tað ikki at vaksa seg størri enn (1,8 + 2 metrar) uml. 4 metrar. Eitt træ, ið verður plantað 5 metrar frá marki, skal eftir hesum ikki vaksa hægri enn 5 + 1,8 uml. 7 metrar.

Væl av trøum

Trø, sum eru passalig til hesa hædd, eru smá roynitrø, sypressir, elri, dvørgfura, koreaaðalgrann, kristjørn, og høgir runnar sum eldrunnar, blóðdropar og griselina. Stórvaksin trø, ahorn, blóðbók, poplar, sitkagrann, stórvaksnar furur, ask og trø, sum kasta stóran skugga, kunnu við tíðini vaksa seg so stór í einum lítlum urtagarði í tættbygdum grannalag, at tey vera til stóran ampa fyri grannalagið.

Trø og ferðsla

Kommunan hevur ábyrgd av at gongubreytir og vegir eru frítt atkomuligir fyri ferðslu, bæði fólk og bilar. Hetta er ógvuliga viðkomandi fyri teir borgarar, ið búgva út til ein veg, gonguteig ella eina almenna rás og við gróðursetan er umráðandi at taka atlit til hetta.

Um kommunan sær, at vøkstur kemur útyvir veg, gongubreyt ella rás, verða borgararnir bidnir um at klippa niður. Um hetta ikki verður gjørt innan 14 dagar, hevur kommunan rætt til at klippa niður og senda rokning til matrikulánaran.

Lógir:

“Lov om offentlige veje, §103”  og “ Lov om privat fællesvej, § 61”