Flyta bústað

Her kanst tú boða frá hesum flytingum:

  • Innanhýsis í Fuglafjarðar kommunu
  • Til Fuglafjarðar kommunu, úr aðrari føroyskari kommunu
  • Úr Fuglafjarðar kommunu til útlond, undantikið tá ið tú flytir til Danmarkar, Grønlands, Noregs, Svøríkis, Finnlands ella Íslands. Flytur tú til eitt av hesum londunum, fær Landsfólkayvirlitið boð frá nýggju kommununi um, at tú ert flutt/ur.

 

Flyta bústað

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum – www.samleikin.fo.

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú seta teg í samband við kommunuskrivstovuna.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.