Familjumenning

Kommunan hevur eina samstarvsavtalu við MEA – húsið fyri familjumenning. Avtalan gevur møguleika fyri at:

  • Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP skeið ókeypis.
  • Øll foreldrapør í kommununi, kunnu tekna seg til KIFF skeið ókeypis.
  • Allar familjur í kommununi hava møguleika fyri at fáa 5 tímar ókeypis familjuráðgeving

PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement, ella leysliga týtt; Praktiskur Reiðskapur til eitt enn betri parlag

KIFF skeiðið er til foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn.

Tey sum ynskja at gera brúk av avtaluni, kunnu ringja ella skriva beinleiðis til MEA á telefon 224921 ella mea@mea.fo.

Kommunan fær hagtøl frá MEA um hvussu nógv taka av tilboðnum, men fær ikki at vita hvør hevur luttikið.

Samstarvaavtalan er galdandi frá 1. Januar 2022 og 3 ár fram

Her eru faldararnir frá MEA sum Pdf. fílar :

KIFF
Parterapi og familjuráðgeving
PREP