11.01.2023

Starvsfólk til ungdómshúsi – longd freist

Vit eru Ungdómshúsið í Fuglafjarðar kommunu. Her hanga vit út, og finna uppá. Vit eru øll sermerkt, tí er tað eisini sera ymiskt, hvat vit tíma at brúka okkara frítíð uppá. Í Ungdómshúsinum, eru øll ung vælkomin!

Málbólkurin eru ung úr Fuglafjarðar kommunu og vinir okkara. Vit ganga í 7.flokki og uppeftir, og tá vit fylla 18 ár, siga vit farvæl við ungdómshúsið.

Opið er trý kvøld um vikuna: Mikukvøld, kl.19:00-22:00 fríggjakvøld, kl.19:00-02:00 og leygarkvøld, kl.19:00-02:00.

Tvey leys størv kunnu nú søkjast. Bæði størvini, verða partur av einum starvsfólkatoymi, sum leiðarin eisini er partur av. Í samstarvi við tey settu, verða arbeiðstíðirnar býttar, í tráð við omanfyrinevndu tíðir. Umsøkjarar skulu vænta, at starvstíðin stundum liggur uttanfyri omanfyri nevndu tíðir, eitt nú í samband við tiltøk og átøk. Størvini verða lønt eftir avvarðandi sáttmála. Ungdómshúsið hevur skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

tímir og trívist í, at arbeiða við ungum. Tú ert fevnandi, tá ið tað kemur til okkara ymiskleika, og møtir hvørjum einstøkum av okkum við virðing. Tú dugir at lofta hugskotum og at seta ígongd, eins og tú dugir at lurta og at skapa nærveru. Tú skilur at ungdómstíðin er sera avmarkað og at hon tí er okkum dýrabar. Tú ert við uppá, at tá vit eru í ungdómshúsinum, koma vit her fyri at njóta okkara frítíð, men tú ert sjálvandi erliga forvitin eftir at læra av okkum, og ynskir at kenna okkum.

Útbúgving er kravd, um tú skal arbeiða hjá okkum. At tín útbúgving hóskar til toymið, og at tú dugir at nýta hana innan ungdómsøkið, verður avgerðandi fyri setanina.

Starvið inniber fyrst og fremst, at tú saman við leiðaranum og okkum ungu, skapar eitt gevandi umhvørvi í ungdómshúsinum. Ungdómshúsið er spildurnýtt, og fert tú soleiðis at spæla ein stóran leiklut, í skapanini av virðum og virksemi í ungdómshúsinum. Í tínum starvi, ert tú ein fyrimynd hjá okkum, og megnar ta ábyrgd, ið er knýtt at arbeiðinum innan ungdómsøkið.

Tín umsókn skal sendast til info@fuglafjordur.fo Freistin at søkja er 19.01.2023 (longd freist)

Um tú ynskir at vita meira um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við Duritu Samuelsen, leiðara fyri ungdómstilboðið.

+298 238009
Bakkavegur 34, 530 Fuglafjørður
durita@fuglafjordur.fo

Instagram fuglarnir_ung
Leinkja: Ung í Fuglafirði (@fuglarnir_ung) • Instagram-billeder og -videoer

Lýsing sum PDF