Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum málsviðgera til teknisku deild at byrja 1. februar 2026 ella skjótast til ber.
Tekniska deild hevur um hendi byggi- og byggimálsviðgerð, umhvørvi og tilbúgving. Umframt tað, hevur tekniska deild til uppgávu at umsita vegir, fríðkan, bygningar, havnaøki, ljós, vatn, kloakkir og matrikul viðurskifti við atliti at jørð, útstykking og grundstykkjum.
Starvsinnihald
Tær uppgávur, ið málsviðgerin kemur at arbeiða við í samstarvi við leiðara og starvsfólk á teknisku deild eru í høvuðsheitum hesar:
- Byggimálsviðgerð
- Ábyrgd fyri størri og minni verkætlanum
- Eftirlit
- Málsviðgerð á tekniska økinum í breiðum týdningi.
- Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingararbeiði.
- Viðlíkahaldsætlanir yvir ognir hjá kommununi
- Tvørfakligt verkætlanararbeiði, eitt nú løggilding av vatnveiting, spillivatns- og ferðslutrygdarætlan; og í hesum sambandi gera
- kostnaðarmetingar
- prosjektering og
- útbjóðingartilfarð
Førleikakrøv
Tað er ynskiligt, at málsviðgerin lýkur flestu av niðanfyri nevndu krøvum til starvið:
- Útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving.
- Dugir at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit, ArcGIS og Microstation Connect.
- Kunnleika til 360 journalskipan.
- Royndir frá einari at kommunalari umsitingkann verða ein fyrimunur.
- Góðar málførleikar í skrift og talu
- Hevur innlit í byggisamtyktir, býarskipan, lógir og BK 17
- Dugir at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og í toymi
- Týdningarmikið er, at málsviðgerin er opin og fyrikomandi í sínari atferð, og hevur góð evni at samstarva við ymiskar áhugapartar, eitt nú borgarar, kommunustýrislimir, vinnulív og almennar myndugleikar.
Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har málsviðgerin hevur tilvísing til tekniska leiðaran. Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Harley Joensen, tekniska leiðara, á telefon 238008 ella Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra, á telefon 238002.
umsókn skal sendast via vangan hjá Alfred
Freistin at søkja starvið Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 4. januar 2026.
