12.12.2025

Farloyvisstarv

Røktarstarvsfólk til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu, ovara hæddin

Røktardeildin á Gøtubrá søkir eftir røktarstarvsfólki til tíðaravmarkað starv.

Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk.

Um starvið

Starvið er á ovaru hæddini, har tað er pláss til 10 búfólk. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv at byrja 1. febuar 2026 ella áðrenn og til 28. februar 2027. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna, annað hvørt vikuskifti og skiftandi vaktir.

Arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar sambært tínari útbúgving og førleikum.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving innan røkt
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Um eingin við røktarútbúgving søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv ístaðin.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 ella teldupost edit@eystur.fo

Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28.12.2025.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her