15.03.2019

Søkja eftir TEKNISKUR LEIÐARI

  • 1
    Share

STARVIÐ
Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av tekniska økinum. Harumframt er leiðarin við til at menna Fugla_arðar kommunu saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum. Tekniski leiðarin er eisini við í leiðslubólkinum hjá Fugla_arðar kommunu. Fugla_arðar kommuna miðar ímóti at veita góða og skynsama tænastu, og strembar eisini eftir at veita borgarum og vinnulívi bestu umstøður fyri menning og framburð. Hetta setir krøv til, at tekniski leiðarin hevur evni at arbeiða í eini politiskari skipan, og harvið stuðlar og ráðgevur býráðnum í ætlanini um at menna Fugla_arðar kommunu í tøttum samstarvi við borgarar og vinnulív.

HØVUÐSUPPGÁVUR
Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranumeru m.a. at:

• veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða viðgerð og tænastu
• veita politikarum fakliga og profesionella ráðgeving og dygdargóða tænastu
• megna at halda visjónir og møguleikar í miðdeplinum
• tryggja at samtyktir verða framdar innan teir karmar, ið býráðið og kommunan áseta
• menna tekniska økið sum arbeiðs pláss, soleiðis at tað er spennandi og mennandi at fara til arbeiðis
• tryggja at Fugla_arðar kommuna hevur ein sunnan rakstur
• fyrireika og menna Fugla_arðar kommunu fakliga, soleiðis at Fugla_arðar kommuna kann taka við teimum avbjóðingum, um framtíðin hevur at bjóða.

FØRLEIKAKRØV
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er, at tú:

- hevur verkfrøðingaútbúgving, ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði, saman við royndum.
- hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring.
- hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl
- dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
- hevur evni at raðfesta og tolir arbeiða undir trýsti
- dugir og torir at taka avgerðir
- ert opin, fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð.

SETAN OG LØN
Starvið verður sett tann 1. august 2019, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulltíðarstarv, og verður lønt sambært sáttmála við  vvarðandi yrkisfelag.

UMSÓKN
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen, kommunustjóra, á telefon 23 80 02, teldupost jakupl@fugla_ordur.fo

Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. apríl 2019 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: info@fugla_ordur.fo, viðmerkt «Tekniskur leiðari».


Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

https://fuglafjordur.fo/wp-content/uploads/2019/03/fugl-komm_tekniskur-leidari_mar19.pdf