26.08.2024

Broyting av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu

Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 við seinni broytingum, verður uppskot til broytingar av byggisamtykt fyri Fuglafjarðar kommunu løgd fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 26.8.2024 til og við 17.9.2024 allar gerandisdagar, uttan leygardag, frá kl 10 - 15.
Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 2. mai 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Fuglafjarðar kommunu í samband við víðkan av kirkjugarðslendi. Økið sum broytingin fevnir um verður broytt frá B-øki: Sethús – Bústaðarøki til at verða E-øki: Almennir stovnar. Journal nr. 24/00106.

Víðkan av kirkjugarðsøki.

Verandi byggisamtykt

Uppskot til broyting av byggisamtykt

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Fuglafjarðar kommunu í seinasta lagi 8.10.2024 á info@fuglafjordur.fo

Fuglafjørður 23.8.2024

FUGLAFJARÐAR BÝRÁÐ

 

Broyting av byggisamtykt - Kirkjugarður sum PDF