15.03.2019

Søkja eftir BÓKASAVNSVØRÐI

Vit kunnu bjóða tær eitt _ølbroytt og áhugavert starv sum bókavørður, har tú stendur á odda fyri at veita borgarunum í Fugla_arðar kommunu eina framkomna og tíðarhóskandi bókasavnstænastu.

STARVIÐ
Sum bókavørður er tín uppgáva at tryggja eitt høgt og tíðarhóskandi tænastustig, og í tøttum samstarvi við mentanarleiðarin menna stovnin, tænastur og samstarv sum heild.

Høvuðsuppgávurnar hjá bókavørðinum eru:
• At menna og íverkseta tiltøk saman við mentanartoyminum
• At umsita bókarøkt og savnsrøkt
• At standa fyri átøkum innan miðlan av tilfari og tilboðum Bókasavnsins
• At skipa fyri almennum tiltøkum, sum vekja áhuga fyri bókmentum, mentan og vitan
• At menna bókasavnið sum vitanardepil

FØRLEIKAKRØV O.A.
Umsøkjarin skal vera útbúgvin bókavørður. Eisini krevst góður kunnleiki til og førleiki at nýta og vegleiða onnur at nýta bókasavnsskipanir.

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Umráðandi er, at umsøkjarin er víðskygdur og hevur bæði fakliga og menniskjaliga góðar eginleikar. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og tænastuhugað/-ur, taka sjálvstøðugar  avgerðir og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar. Eisini skal umsøkjarin duga væl at samskifta bæði innan- og uttanhýsis.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

UM TÚ YNSKIR AT VITA MEIRA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rønn Eliasen, mentanarleiðara, tel 238014.

UMSÓKNIN
Umsóknin skal, saman við prógvum og møguligum ummælum, sendast til info@fugla_ordur.fo í seinasta lagi 8. apríl 2019 kl 12:00. Á umsóknini skal standa: Bókavørður til Fugla_arðar bókasavn.

https://fuglafjordur.fo/wp-content/uploads/2019/03/fuglaf-komm_bokavordur_mar19-1.pdf