08.09.2024

Opið hús í ÍF-húsinum mánakvøldið 9. september kl. 19.00

Aftaná eina hugnaliga og stuttliga kvøldsetu, sum Nánd skipaði fyri mikukvøldi, Bjóðar Dávur Juul, borgarstjóri, til ein uppfylgjandi fund í ÍF-húsinum mánakvøldið 9. september kl. 19.00 – 21.00. Her fært tú høvið at spyrja inn til framløgurnar frá kvøldsetuni og annars at deila tankar og hugleiðingar um eldraøkið. Hvønn veg skulu vit fara, og hvussu framtíðartryggja vit best eldraøkið? Poula Reinert Petersen, leiðari fyri Nánd, og Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðari vera eisini við.