23.05.2023

Hevur tú hug at hjálpa gartnaratoyminum í Fuglafjarðar kommunu í summar?

Gartnaratoymi í Fuglafjarðar kommunu søkir eftir summarfuglum. Arbeiðsuppgávurnar eru:

  • At lúka og røkja økir í kommununi saman við gartnaratoyminum
  • Hjálpa til við teimum grønu økjunum og gøtunum í kirkjugarðinum
  • Grassláing
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Um teg:
Sum persónur ert tú ágrýtin, forvitin og hevur hug at arbeiða úti. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður persónur. Tú hevur lokið fólkaskúlan og ert minst 17 ár.

Setanartreytir:
Talan er um eitt tíðaravmarka starv frá 15. juni 2023 fram til 01. september. Ein fyrimunur er at hava koyrikort.

Umsóknin skal sendast til lillianj@fuglafjordur.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 07. Juni kl. 12.00.