16.09.2024

Heiðran av starvsfólkum

Á ráðleggingardegnum hjá dagstovnunum tann 13. September 2024, varð høvið nýtt at heiðra starvsfólk fyri trúgva tænastu. Borgarstjórin Dávur Juul handaði blómutyssi og heiðursgávu.

Tey sum vórðu heiðraði hendan dagin eru frá vinstru Tanja Simonsen, Joan Abrahamsen og Fríðbjørg Hjelm Joensen.

Fuglafjarðar Kommuna takkar fyri góða og trúgva tænastu.