08.03.2019

Avloysarar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

  • 18
    Shares

Stropin er ein dagstovnur fyri børn úr ½ til 6 ára aldur. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag.

Vit sóknast eftir: Avloysarum, ið kunnu starvast skiftandi vaktir og møta við stutttíðar fyrivarni. Avloysarum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00. Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:

Stropin Børkugøta 1, Kambsdalur Fo-530 Fuglafjørður ella stropin@fuglafjordur.fo Nærri upplýsingar um starv kunnu fáast við at venda til Annu Joensen, leiðara, á telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo.