testtheme54575
15.06.2018

KUNNGERÐ um býráðsfund nr. 07/2018

  • 2
    Shares

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 21. juni 2018 kl. 19.00 í Mentanarhúsinum ovaru hædd móti bátahavnini við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Umsókn frá Ósbjørn Jacobsen, arkitektar fyri SP/F Framherja um byggiloyvi til umbygging av fyrrverandi trolvirkinum hjá P/F Vónini á havnarlagnum matr. nr. 239c á Bakkavegi 22 í Fuglafirði og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
  2. 2. viðgerð av eykajáttan til íløgu og rakstur av Vesturstovu. 1. viðgerð hevur verið á býráðsfundi 31. mai 2018.
  3. Skriv frá Sýslumanninum fyri Eysturoyar sýslu um tilmæli um 2 grindaformenn og 2 tiltaksfólk, hetta sambært § 15, stk. 2a í kunngerð nr. 9 frá 26. januar 2017, har Fuglafjørður er góðkend sum hvalvág. Eysturkommuna skal uppnevna teirra formann fyri Leirvík og Runavíkar kommuna teirra fyri Oyndarfjørð. Tað er Sýslumaðurin, sum sambært § 2 í kunngerðini uppnevnir 4 grindaformenn og 2 tiltaksfólk.

Fuglafjørður 14. juni 2018

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni

borgarstjóri