testtheme54575
20.10.2017

KUNNGERÐ um býráðsfund 12/2017

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 26. oktober 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Mál viðíkjandi 1. viðgerð av eykajáttan til flytan av skúlakøkinum og tilmæli frá fíggjarnevndini og mentamálanevndini í málinum.
  2. Mál viðvíkjandi 1. viðgerð av eykajáttan til Fuglafjarðar kvøldskúla og tilmæli frá fíggjarnevndini og mentamálanevndini í málinum.
  3. Mál viðvíkjandi 1. viðgerð av eykajáttan til brúgv unnan fyri Mentanarhúsið og tilmæli frá fíggjarnevndini og vinnunevndini í málinum.
  4. Tilmæli frá mentamálanevndini um formalisering av skúlasamstarvinum eNám.

 Fuglafjørður, tann 20. oktober 2017

 Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri

Býráðsfundur 12-2017 kunngerð 20.10. 2017 opnar dyr