14.03.2019

Skal samfelagið skifta fortekn? – og renna kvinnur framvegis við úlvum?

  • 4
    Shares

Tá vit parkeraðu bilin uttanfyri Mentanarhúsið í Fuglafirði kl. 18.15 góðveðurskvøldið 8.mars, var parkeringsplássið væl fylt av bilum í alskyns litum. Vágin var spegilsblonk, og veðurgudarnir vóru vinarligir móti okkum henda altjóða kvinnudagin - ella rættari sagt - kvøldið, har evnið og spurningurin tiltakið setti, var eins klárt sett sum stjørnuhimmalin uppi yvir okkum: Skal samfelagið skifta fortekn? Samstundis helt eg, at heitið gjørdi meg eitt sindur ørkymlaða, tí hvat merkir tað - at skifta fortekn? Onki var givið frammanundan við heitinum, tó at teksturin, sum fylgdi við tiltakinum, lýsti heitið meiri nágreiniliga, við tað at fyriskipararnir mettu, at líkningin í samfelagnum ikki gongur upp í núverandi samfelagsskipan. Tiltakið var hugsað bæði monnum og kvinnum, og endamálið var at viðgera, hvussu samfelagið kann gerast betri fyri familjuna og fyri hin einstaka, fyri ung, eldri, børn, støk og menniskju í parlagi. Hvussu evna vit eitt samfelag, ið er væl skipað, og sum tekur fyrilit fyri allar borgarar til tess at vælferð kann tryggjast fyri øll? Í stuttum var tað tað góða samfelagið, sum var til viðgerðar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði henda 8. mars, stríðsdag kvinnurnar. - Eitt evni, fyrireikararnir meta eigur at mynda komandi valstríðið.

Eg havi mangan spurt meg sjálva, hvat skal gerast, fyri at samfelagið rúmar okkum øll, og eg havi ofta sett spurningin: Er neyðugt við eini kollvelting av kenda, patriarkalska samfelagnum, fyri at líkningin skal ganga upp, virðiliga og við atliti til tørvir og virðir, lívsstílar og meiningar, sum tað helst eru eins nógv av, sum tað eru menniskju her á landi?

Spurningurin var nú, um vit fóru at fara klókari avstað aftur, enn vit vóru, tá vit komu, eftir at vit høvdu hoyrt, hvat kvinnurnar høvdu at siga um ymisku evinini, ið vóru til viðgerðarar hesar góðu triggjar tímarnar, skráin bjóðaði inn til. Kvinnurnar á pallinum vóru deildar upp í smærri, skipaðar kjakbólkar, og taldu prest, granskara í kyn, kommunu-, løgtings- og landstýrispolitikkarar, sálarfrøðing, yvirlækna, sosialráðgeva, skúlastjóra og borgarstjóra.

Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu, og Kristina Gry Berg, dagligur leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði, sum samskipa tiltakið saman við Mentanarhúsinum, stóðu fyrst fyri, tá vit trinu innar í hugnaligu forhøllina. Umframt tær, stóðu kvinnur, í eins litføgrum klæðum og bilarnir uttanfyri, kring høg borð, og uppmøtingin var góð, eins og lagið var tað. Tær stóðu í smærri og størri bólkum og prátaðu, meðan tær drukku vín, vatn ella drinks og ótu pintjos, smáar spanskar brellbitar, sum Gimburlombini úr Nólsoy høvdu gjørt til høvið.

Gimburlombini er fyritøka, sum Barbara Andreasen og Tjóðhild Patursson, ið báðar búgva í Nólsoy, standa fyri. Við góðari hjálp, hetta kvøldið m.a. frá Mariann Hansen, sum eisini búleikast í Nólsoy, høvdu tær, sum altíð, lagt seg eftir at nýta so nógv tilfar úr føroyska tilfeinginum, sum til ber.

T.d. nýttu tær einans føroysk egg, m.a. úr Fuglafirði, Æðuvík og úr Nólsoy, har tær hava 13 hønur. Umframt pintjos við viðskera sum eggi, laksi og soppum, høvdu tær gjørt ræstfiskacroquettir, sum smakkaðu framúr væl. Smárættirnir gingu sum heitt breyð, og vóru serstakliga vælegnaðir til eitt slíkt tiltak, tí tú kundi ganga millum borðini við tallerkinum og práta og mingla, sum jú eisini er ein stórur partur av einum slíkum tiltaki. Eisini var møguleiki at smakka føroysku útgávuni av ruccola, arvi, sum eg sjálv ongantíð hevði hoyrt um áður, men sum eg nú havi lært veksur sum ókrút kring landið, og eins  og hvonn, kervil, tari og nota væl kann nýtast í matgerðini.

Á veggunum í salinum, har pallurin stóð, hingu risastór listaverk eftir mætu listakvinnuna, Sigrun Gunnarsdóttir. Verkini hóskaðu serstakliga væl til høvið, tí Sigrun er kend fyri í sínum sermerktu verkum at viðgera og lýsa menniskjaligu nærveruna og sambondini. Tað huglagið, Sigrun í sínum verkum ofta lýsir, er tað, tiltakið hevði valt at viðgera hetta kvøldið, nevniliga tær stillu løturnar, tað fjálga og heimliga, har tíðin ikki ræður øllum. Løturnar, sum okkum ofta leingist eftir í einum gerandisdegi, ið er merktur og tengdur at eini dagsskrá, ið kann fáa sjálvt ein maratonrennara at missa ondina. Millum listaverkini, ið vóru eins og ein ramma kring pall og áskoðararøðirnar, var m.a. eitt verk, ið vísti eina eldri kvinnu; eina ommu, ið sat frammanfyri vindeygað við stokkum og bók, helst halgubók, á borðinum, og tógvi og hundi á gólvinum. Har var mynd av einum pari, sum kysti hvønn annan standandi á bláum havi; har var pápi og børn í árabáti; og sum pallmynd var stórverkið hjá Sigruni, bæði í myndevni og stødd, av mammuni, sum situr við smábarni í fanginum framman fyri vøgguna, sum stendur ímillum hana og høgguslokkapápan í sólbrillum og slipsi, sum situr og klórar sær í høvdinum við einum armi, meðan ein annar vaggar vøgguna, ein triði heldur um stólabeinið og hin fjórði skrivar á telduna. Spurningurin, eg meti, verkið setur er, um pápin er hann, ið skal halda skil á øllum, ella um hann er hin fjari, fíggjarligi, teknokratiski toghaldarin, sum ikki tekur lut í fjálgu familjufyritøkuni, ella um tað júst er hann, ið líður undir størstu krøvunum og tekur eina stóra og týdningarmikla ábyrgd á seg, sum krevur fleiri armar og meira kunnleika og vitan, enn hann megnar. Um hann hoknar undir ábyrgdini, og tískil tínast og pínast konan, børnini, hjúnarlagið, familjan og fíggjarstøðan. Við myndunum hjá Sigrun var pallsetingin fullkomin og bjóðaði við orðunum, sum síðan fyltu rúmið, inn til eitt serstakliga spennandi, viðkomandi og alneyðugt, væl fyriskipað og áhugavert kjak, og ikki minst látur.

Eg havi aldri verið serliga spent upp á humor, sum leggur seg eftir teim sunnaru likamspørtunum, ella sum hevur við tað, vit her á landi rópa morreyð evni, at gera. Tey evni, ið ikki metast vera borðbar. Men hetta kvøldið mátti eg stillisliga pakka mína puristisku síðu burtur, tí serliga Katrin Kallsberg, yvirlækni í gynækologi, vísti seg frá síni festligu síðu við at draga tunnilskjakið inn í sítt fak, ið umfatar hol í langar banar. Hinar tóku væl undir við hennara beinleiðis hátti at tosa um hetta økið, bæði kropsliga og landafrøðiliga, og tað var ein lættur og frískligur háttur at tosa um tað, ið vanliga verður sætt sum mannlig málsøki, nevnliga infrakerviskjakið. Eitt økið, eins og fiskivinnunýskipan, frálandavinna, mið og fiskikvotur, menn aloftast fáa heiðurin at tosa og kjakast um, meðan kvinnurnar ofta berjast fyri teim bleytu virðunum.

Hvussu menn og kvinnur eru skipaði, greiddi sálarfrøðingurin Tóra Petersen væl frá, eftir at Elin Winther Poulsen, sum var orðstýrari alt kvøldið, hevði boðið vælkomin og sett tiltakið. Tóra stóð á pallinum sum hin fyrsta hetta kvøldið, og perspektiveraði temaið fyri tiltakið, Skal samfelagið skifta fortekn, við tølum og trends. Hon legði út við at siga eina søgu um úlvakvinnuna, La Lobu, sum savnar beinagrindir av ymiskum djórum, serliga úlvum, sum hon síðan syngur fyri, til djórið aftur vaknar til lívs við vøddum, kjøti og feldi. Søgan um La Lobu er úr víðagitnu bókini, ið er eitt leksikon yvir kvinnusálafrøðina, Kvinnur sum renna við úlvum, ið er skrivað av Clarissu Pinkola Estes í 1992. Tóra legði fram mytologisku frásøgnina fyri síðan at greiða frá steinaldarheilanum hjá kvinnum og monnum. Niðurstøðurnar vóru fleiri, men samanumtikið, at vit í dagsins samfelagi eru komin so langt frá okkara uppruna, at vit eru vilst. Tí megna vit ikki at liva undir teim krøvum, sum m.a. sosialu miðlarnir seta, tá vit skulu fyrihalda okkum til 1000 “vinir” hvønn dag á skíggjanum, sum vit ikki fáa nakað frá. Tá vilja vit við steinaldarheilanum kenna okkum vónbrotin og svikin, men eisini at vit ikki megna at geva tað, vit fegin vilja. Vit royna at greiða okkum sjálvum frá, at hetta ikki er møguligt ella kanska ikki neyðugt, men steinaldarheilin sigur nakað annað, og tað er sambært Tóru hann, sum stýrir øllum vit hugsa og gera. Síðan legði Tóra fram gransking um hetjur, har føroyingar høvdu svarað upp á, hvørjar teirra hetjur vóru. Talan var bæði um altjóða og føroyskar hetjur, um gerandishetjur og hetjur av øðrum slagi. Úrslitið vísti m.a., at flestu hetjur vóru menn. Tað riggaði ótrúliga væl at byrja við altjóða kvinnuhetjuævintýri, síðan koma við positivistiskum granskingarúrslitum, fyri síðan at venda aftur til hetjutemaið, har vit fingu innlit í, hvussu tað sær út her á landi.

Tú var tíðin komin til kjakini í smærru bólkunum, ið, sum áður nevnt, vóru sett saman av kvinnum í ymiskum støðum og av ymiskum hugsanum. Í fyrsta kjakbólkinum var kjakast um umsorgan og nærveru vs professionalisering, har Lív Patursson, samfelagsfrøðingur við sergrein í kyn, Jónhild Abrahamsen, sosialráðgevi, Katrin Kallsberg (E), og Edva Jacobsen (B) luttóku.

Síðan var kjak við heitinum, Búskapur og vøkstur vs tað góða lívið, har kjakbólkurin taldi Anne Mette Greve Klemensen, prest, Súsannu Olsen, frá Fróðskaparsetri Føroya, Anniku Olsen (A), og Sonju Jógvansdóttir (E). Í hesum kjaki fekk Anne Mette høvi at seta kjakið, og hon segði sera áhugavert frá, um hvussu gomlu deyðssyndirnar í dag næstan kunnu kallast dygdir. T.d. verður havisjúkan í dag sæð sum ein fullkomuliga góðtikin dygd. Hetta setti tankarnar hjá mær í gongd, og Annika Olsen bygdi væl upp um tað, prestur segði, við at tosa um, at vælferðin er í sálini, ikki á peningakortinum ella í kongaliga stellinum. Kl. 21.20 byrjaði síðsta kjakið, Einstaklingurin vs samfelagið. Her vóru luttakararnir Durita Joensen, skúlastjóri við Løkin, Tjóðhild Patursson, kreativt gimburlamb úr Havn, á beiti í Nólsoy, Súsanna Olsen (F) og Kristianna Winther Poulsen (C).

Kjakini mintu í høvuðsheitum um hvørt annað, og tað, ið var mest áhugavert, var hátturin kjakið fór fram á. Virðiligt og siðiligt, uttan ov miklan skund. Ongar orrustur ella harðmælt mótstøða, men heldur ein umrøðan, ið gav so nógv meir, enn ein ofta upplivir, kanska serliga tá val stendur fyri framman. At evnini yvirlappaðu hvørt annað gjørdi als onki, og hóast ein eftir kvøldið ikki reiðiliga visti, í hvørjum kjakevni eitthvørt varð sagt, so var hetta eitt mennandi, gevandi og hugkveikjandi kvøld, við samanhangandi, góðum og uppbyggjandi tosi og meiningum um eitt samfelag, og hvussu vit hvør sær og í felag ynskja, tað skal síggja út - hvussu tað skal myndast, og hvørji virði eiga at verða raðfest. Ikki minst var kvinnuleikluturin væl lýstur, og eisini hvussu ymiskar, vit eru. Hvørjar umstøður vit hava, og hvørjar vit ynskja. Men hetta var lýst uttan brokk og grenj um, hvussu ræðuligt tað er at vera kvinna, og heldur við jaligum og vónríkum væntanum fyri komandi tíðina, hóast tær flestu í kjakbólkunum vóru samdar um, at enn var ein góður teinur eftir á mál.

Tiltakið gav onga greiða niðurstøðu, men eg kendi ikki, at eg fór heim sum av torvheiðum,. Eg kendi meg heldur kveikta og menta av góðum trimum tímum av orðum, list, mati og tónleiki frá nøkrum av teimum ótrúliga áhugaverdu og gløggu kvinnunum, vit eiga her á landi, sum als ikki smæðast at siga tað, tær hugsa og meina, og heldur ikki fyri at vera eitt sindur havnaarbeiðara-agtigar. Hetta er frígerðanin, hóast tað kann vera avbjóðandi; bæði fyri puristin í mær og fyri hana, ið velur at skíta á tað, og stígur fram og torir at taka blaðið frá munninum og siga, hvat hon hugsar.

Men sum Sonja Jógvansdóttir segði: Tað eru ikki politikkararnir, sum dríva verkið. Tað er fólkið! Á veg heim hugsaði eg, at kvøldið í síni heild var ein staðfesting av, at kvinnur sanniliga framvegis renna við úlvum móti ein betri framtíð, og tær renna skjótt og væl. Ikki einans fyri seg sjálvar, men fyri øll.