17.04.2026

Heilsuhjálpari til Vesturstovu

Er tú okkara nýggi starvsfelagi?

Vit søkja eftir heilsuhjálpara til Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 18 sambýlispláss, harav nøkur eru stuttíðarpláss. Felags køkurin hjá Nánd er á Vesturstovu. Í røktini starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar og hjálparfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka fýra dagar um vikuna. Eisini koma Fysio- og ergoterapeutar regluliga á Vesturstovu.

Sum heilsuhjálpari kemur tú at veita búfólkunum grundleggjandi røkt, umsorgan og stuðul, og at eygleiða, meta og boða frá broytingum.

Talan er um

  • Fast starv at byrja 1. juni 2026 ella skjótast gjørligt
  • Arbeiðstíðin er full tíð í blandaðum vaktum, mest dagvaktir. Um ynski er at arbeiða niðursetta tíð, er tað eisini møguligt. Arbeitt verður annað hvørt vikuskifti.

Vit vænta, at tú

  • hevur útbúgving sum heilsuhjálpari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið. Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730232 elsebeth@eystur.fo

Umsókn við prógvi og CV skulu sendast við telduposti til: elsebeth@eystur.fo  ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 30. apríl 2026.

Tú kanst lesa meira um Nánd her