16.10.2018

“Heimið – karmur um handverk og skapandi evni” opið 5 dagar afturat

  • 4
    Shares

Forkunnuga framsýningin "Heimið - karmur um handverk og skapandi evni" har elstu mannagjørdu lutirnir í Fuglafirði eru framsýndir, er opin til og við sunnudagin 21. oktober. Framsýningin er í bygninginum hjá Betri her í býnum.

Lutirnir eru funnir í langhúsum niðri við Gjógvará, og verða hildnir at verða um 1000 - 1100 ára gamlir. Tjóðsavn Føroya hevur skipað framsýningina, sum lat upp á Mentanardøgunum í byrjanani av september. Framsýningin er opin 5 dagar afturat.

Vitjið framsýningina:

17. okt., Mikudagin kl. 10.00 - 16.00

18. okt. Hósdagin kl. 10.00 - 16.00

19. okt. Fríggjadagin kl. 10.00 - 16.00

20. okt. Leygardagin kl. 14.00 - 17.00

21. okt. Sunnudagin kl. 14.00 - 17.00

Ókeypis atgongd

Vælkomin!

 

Úr faldaranum:

"Hví varð grivið á Oyrini?

Í 1955 rein ein hørð hvirla allar hjallarnar heima á Oyrini, har sum Gjógvará rennur út í Fuglafjørð. Her høvdu hjallar, køstar og hoygarðar staðið alt tað, fólk mintust.

Tvey ár seinni fór Poul Petersen, skipari, at grava út fyri nýggjum hjalli. Hann gróv seg fram á forvitnisligar leivdir í moldini og boð vóru send eftir Sverra Dahl, fyrverandi landsantikvari á Føroya Fornminnissavni, sum stóð fyri fornfrøðiligu útgrevstrunum í Føroyum.

Útgrevsturin heima á oyrini

Sverri Dahl kendist við tað hann fann, tá hann kom á staðið í 1957. Hetta vóru leivdir eftir veggjum, eldstaði og lutum, sum mintu um víkingaaldarligu húsaleivdirnar í fyrsta føroyska fornfrøðiliga útgrevstrinum í Kvívík í 1940'unum.

Hetta var so mikið áhugavert, at Sverri Dahl og hjálparfólk hansara í 1958 settu eina veruliga fornfrøðiliga rannsókn í verk heimi á Oyrini.

Fyrst varð grivið niður gjøgnum leivdirnar av húsum, ið fólk mintust høvdu staðið har, síðan niður gjøgnum miðaldarleivdir og at enda varð komið niður á víkingaldarhúsini.

Øll húsini blivu skrásett í nummarrað og hóast gripir eisini vórðu funnir við tey yngru húsini, var Sverri Dahl mest áhugaður í elstu húsunum og tilhoyrandi lutum úr víkingatíð. Hetta var vanlig fornfrøðilig mannagongd tá á døgum. Nútímans fornfrøðiligar mannagongdir og framkomin tøkni ru heilt øðrvísi og meira nágreiniligar, so ein fornfrøðilig endurskoðan av grevstrinum hjá Sverra Dahl hevði uttan iva givið eina betri fatan av, hvussu byggingin og lívið er farið fram á Oyrini í Fuglafirði frá elstu tíð og fram til í dag. Henda framsýning byggir á úrslitini hjá Svarra Dahl.

Heima á Oyrini

Sum bygden sær út í dag, er torført at ímynda sær fjjørðin við mongu fuglunum og grønt óbygda landslagnu við baraldarrunnum henda dagin, víkingaskipini við fólki og fæi komu inn á Fuglafjørð og fólk fóru at byggja fyrstu húsini á staðnum.

Hvussu sóu húsini út og hvussu var gerandisdagurin hjá fólki í víkingatíð í Fuglafirði? Hetta fáa vit innlit í við at leita aftur til fornfrøðiliga útgrevsturin hjá Sverra Dahl í Fuglafirði í 1958. Tað vóru tó nakar tilvildarligar hendingar, sum førdu til, at leivdirnar úr víkingaøld komu undan kavi."

Vit takka Tjóðsavni Føroya við Rannvá Winkler, fyriskipara, Betri Banka umframt teimum sjálvbodnu, ið hava sitið vakt á framsýningini.