Fuglafjarðar kommuna hevur hósdagin 3. juli 2025 gjørt avtalu við Heildarverk, sum høvuðsarbeiðstakara, til umvæling av “64-skúlanum”. Hetta er tann partur av skúlanum, sum millum annað hýsir framhaldsdeildini í skúlanum. Sáttmálaupphæddin er 34,9 mió. kr. og sáttmálatíðarskeiðið frá 2025 til 2027.
Myndin við Torfinn Nón og Jan Mohr frá Heildarverk saman við Dávur Juul borgarstjóra, er frá tá sáttmálin varð undirskrivaður.
Fuglafjarðar kommuna