Fuglafjarðar Kvøldskúli – skráin 2022/23

Kvøldskúlaskráin fyri vári 2023

Tilmelding til kvøldskúlan er á ffs.fo

Her er ein vegleiðing til hvussu man brúkar skipanina.

 

 

Teldutøkar útgávur av skránni eru at finna niðanfyri:

FFK Skrá 2023-2024_prent

Kvøldskúlar várskrá 2023 sum PDF

 

 

Kvøldskúla skráin 2022/23 sum PDF

 

 

____________________________

Gomul tíðindir:

Várskráin fyri 2022 . 

Kvøldskúlaskrá Várhálvan 2022

------------------------------------------------------

Dátuverndarkunning heimasíðan 20122021

 

Vælkomin til kvøldskúlaárið 2021/22

Skráin er nú klár og opið er fyri tilmeldingum.

Lesið faldara við frágreiðingum um skeiðini við at klikkja á myndina niðanfyri:

Ella lesið stytri lýsing av skeiðunum á hesi plakatini: 

Kvøldskular_plakat 

 

Fuglafjarðar kvøldskúli 238018

kvoldskuli@fuglafjordur.fo

 

 

 

 

Skráin fyri várhálvuna hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla er klár nú og opið er fyri tilmeldingum.

Vælkomin

Um spurningar eru ringið ella skrivið endiliga: kvoldskuli@fuglafjordur.fo tlf. 238010

Vælkomin

FK_Kvøldskúlar_2021_254x346_Várskrá

 

  • Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá myndugleikum.
  • Luttøkugjaldið verður flutt á konto 9865 – 9933284 í Norðoya Sparikassa tá skeiðið er byrjað. Minst til at viðmerkja navn og skeiðnummar á flytingina og boða læraranum frá um flytingina.
  • Luttakararnir gjalda fyri tilfar, ið nýtt verður í undirvísingini.
  • Tilmelding fer í flestu førum fram beinleiðis til læraran á skeiðnum.
  • Vegleiðandi kostnaðurin er 600 kr. fyri skeið, ið eru longri enn 40 tímar og 400 kr. fyri skeið, ið eru styttri.
  • Vinarliga haldið tykkum dagførd og virðið tilmæli um frástøðu og reinføri í mun til Covid19. Á øllum støðum kvøldskúlin heldur til, er spritt o. t. sett fram.
  • Flaggdagin, 25. apríl 2021 er ætlanin at tónleikaframførslur og framsýning av handaligum arbeiði verður.
  • Fuglafjarðar kvøldskúli tlf. 238010, t-post: kvoldskuli@fuglafjordur.fo fuglafjordur.fo
  • Innihaldsrík, kveikjandi og skapandi frítíð – fyri allar aldursbólkar

Nú er skráin klár og opið er fyri tilmeldingum. (Oktober 2020.)

Skráin er bæði sett upp sum plakat og sum faldari, har nærri frágreiðingar um skeiðini eru. Klikkið á myndirnar niðanfyri fyri at lesa.

Faldarin við skránni varð borin í hvørt hús í kommununi 1. oktober. Eisini varð skráin lýst í sosialinum og Dimmu. Kvøldskúlin hevur Facebooksíðuna: https://www.facebook.com/FuglafjordurKvoldskulin

Tilmeldingin er galdandi tá skeiðgjaldið er flutt á konto 9865-9933284. Viðmerkið tykkara navn og skeiðsnummar.

G.G. Um fleiri enn 8 tilmeldingar til eitt skeið, er undirtøkan í lagi og so byrja vit.

Vælkomin og gott kvøldskúlaár 🙂

Fuglafjarðar Kvøldskúli 238010 kvoldskuli@fuglafjordur.fo

Lesið faldaran við at trýsta á myndina niðanfyri!

Fuglafjarðar Kvøldskúli 2020-21 plakat

 

Hesi skeiðini byrjaðu áðrenn:

Skeið 28. 2020/21 Callanetics
Callanetics við Áshild Kristiansen, tlf. 580025, byrjar komandi mánadag 7. september.
Skeiðið verður 3 ferðir um vikuna í alt 10 ferðir hvørja árshálvu. Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 17.00 - 18.30.
Ein árshálva kostar 400 kr tvær 600 kr. Vinarliga flytið gjaldið á konto 9865-9933284 og viðmerkið "skeið 28" og navn tykkara.
Áshild gevur boð um hvar skeiðið verður, nú arbeitt verður upp á gólvið í fimleikarhøllini í skúlanum.
Vinarliga Fuglafjarðar kvøldskúli 238010
-----
Callanetics-fimleikur kann íðkast av øllum, bæði vandum og óvandum. Við venjingunum styrkir og mennur tú kroppsburðin. Stigvíst gerst tú tilvitað/ur um ónýttar og skeivt nýttar vøddar. Undirvíst verður í bólki, men eisini verður atlit tikið til hvønn einstakan.

________________________________________________Gott Nýggjár - Várskráin 2020 hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla er nú tøk og opið er fyri tilmeldingum. Skráin verður prentað í sosialinum, sum kemur í øll hús í morgin, mikudagin 8. januar.

Lesið skánna her: FK_Kvøldskúlar_2020_254x346_Várskrá[4] 

Tilmeldingin til skeiðini er byrja og fer í flestu førum fram umvegis telefon til lærararnar á ymsu skeiðunum ella við telduposti: kvoldskuli@fuglafjordur.fo

Luttakaragjaldið er sum leiðregla 400 kr fyri skeið ið eru styttri enn 40 lektiónir og 600 kr fyri skeið ið eru yvir 40 lektiónir.

Luttøkugjaldið verður flutt á konto 9865-9933284 í Norðoya Sparikassa tá skeiðið er byrjað. Minst til at viðmerjka navnið á tí ið luttekur og skeiðsnummar í sambandi við flytingina. Skeiðsnummarið sæst í kvøldskúlaskránni.

Um tit hava ynskir ella hugskot til ávís skeið komandi heyst, latið okkum endiliga frætta 🙂

Leiðari fyri Fuglafjarðar Kvøldskúla er Brynhild Næs Petersen brynhildp@fuglafjordur.fo tlf. 238010

___________________________________________

 

Skráin fyri veturin 2019-20 er nú klár, og opið er fyri tilmeldingum.

Skráin er prentað í sosialin, sum kemur í øll hús í dag, 25. sept. Sum vanligt, er eisini ein faldari við nærri frágreiðingum gjørdur, og verður hesin eisini borin í øll hús í kommununi í dag.

Teldutøkar útgávur av skránni eru at finna niðanfyri:

Blaða í faldaranum, trýst á myndina:

Skrá 2019/20  - Faldarin:  FK_Kvøldskúlar_2019-2020_A5_WEB

Skrá 2019/20  - Plakat: FK_Kvøldskúlar_2019-2020_254x346[5]

 

–––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––

Árliga framsýningin av næmingaarbeiðum hjá Fuglafjarðar kvøldskúla verður í Gallerí Ribarhús 25. til 28. apríl. Um 16-tíðina ella aftaná flaggdagshaldið í býnum, letur býráðslimur, Edva Jacobsen, framsýningina upp og næmingar framføra tónleik. Á skránni verður klaver- og gittartónleikur umframt at barnakórið í miðdeildini syngur. Yngra barnakórið syngur í Mentanarhúsinum kl. 14.45 beint áðrenn Fuglafjaraðar Hornorkestur byrjar flaggdagshaldið kl. 15.00.

Meðan framsýningin er opin, er eisini opið í Piddasahandli, har kaffidussur og heimavirkaðar vørur eru til sølu.

 

 Opið er soleiðis:

Flaggdagin 25. apríl: 16.00 – 18.00. Umleið kl. 16.00 letur Edva Jacobsen framsýningina upp. Aftaná eru tónleikaframførslur                

Fríggjadagin 26. apríl: 15.00 – 17.30

Leygardagin 27. apríl: 11.00 – 14.00

Sunnudagin 28. apríl: 15.00 – 18.00. Kl. 16.00 spæla “harmonikusamanspæl við Hóraldi Joensen” nøkur løg og kaffisøla verður

 

--------------------

Gott Nýggjár - Várskráin 2019 hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla er nú tøk og opið er fyri tilmeldingum. Skráin verður prentað í sosialinum, sum kemur í øll hús í morgin, mikudagin 9. januar.

Lesið skánna her: Várskráin 2019

Tilmeldingin til skeiðini er byrjar og fer í flestu førum fram umvegis telefon til lærararnar á ymsu skeiðunum ella við telduposti: kvoldskuli@fuglafjordur.fo

Luttakaragjaldið er sum leiðregla 400 kr fyri skeið ið eru styttri enn 40 lektiónir og 600 kr fyri skeið ið eru yvir 40 lektiónir.

Luttøkugjaldið verður flutt á konto 9865-9933284 í Norðoya Sparikassa tá skeiðið er byrjað. Minst til at viðmerjka navnið á tí ið luttekur og skeiðsnummar í sambandi við flytingina. Skeiðsnummarið sæst í kvøldskúlaskránni.

Um tit hava ynskir ella hugskot til ávís skeið komandi heyst, latið okkum endiliga frætta 🙂

Leiðari fyri Fuglafjarðar Kvøldskúla er Brynhild Næs Petersen brynhildp@fuglafjordur.fo tlf. 238010


 

Skráin fyri veturin 2018-19 er nú klár, og opið er fyri tilmeldingum.

Skráin verður prentað í sosialin, sum kemur í øll hús í morgin, 3. okt. Sum vanligt, er eisini ein faldari við nærri frágreiðingum gjørdur, og verður hesin eisini borin í øll hús í kommununi í morgin.

Teldutøkar útgávur av skránni eru at finna niðanfyri:

Ská - plakat, trýst  HER

Skrá við frágreiðingum - faldari, trýst á myndina niðanfyri ella HER

Góða vetrarhálvu!

Myndirnar hevur Ragnhild Kjærbo gjørt.

Vælkomin á Kvøldskúlafrasýning 2018  í Gallerí Ribarhús:

Várið 2018:

Skráin várið 2018 - faldari við frágreiðingum: Trýst her!

Plakat av skránni várið 2018: FK_Kvoldskular_254x346[3] vár2018

Heystið 2017:

Blaða í Faldaranum 2017-18

Faldarin_2017-2018

Skráin 2017-18 plakat

Facebooksíðan eitur "Kvøldskúlin í Fuglafirði", ella trýst HER

Leiðari fyri Fuglafjarðar Kvøldskúla er Brynhild Næs Petersen brynhildp@fuglafjordur.fo tlf. 238010

Tilmeldingin til skeiðini er byrjar og fer í flestu førum fram umvegis telefon til lærararnar á ymsu skeiðunum ella við telduposti: kvoldskuli@fuglafjordur.fo

Gevið gætur!  Luttakaragjaldið er broytt til 400 kr fyri skeið ið eru styttri enn 40 lektiónir og 600 kr fyri skeið ið eru omanfyri 40 lektiónir.

Luttøkugjaldið verður flutt á konto 9865-9933284 í Norðoya Sparikassa tá skeiðið er byrjað. Minst til at viðmerjka navnið á tí ið luttekur og skeiðsnummar í sambandi við flytingina. Skeiðsnummarið sæst í kvøldskúlaskránni.