Dagstovnar

Í Fuglafjarðar kommunu verður trivnaður settur í hásæti. Vit ynskja, at børnini koma at kenna viðurkenning og lívsgleði í teirra gerandisdegi.
Í kommununi eru tveir barnagarðar við vøggustovu og ein frítíðarskúli.

Barnalund er vøggustova og barnagarður í Fuglafirði.
Stropin er vøggustova og barnagarður á Kambsdali.
Kambur er frítíðarskúli í Fuglafirði.

Kommunan leggur dent á at menna sosialu, skapandi og fakligu førleikarnar hjá børnununum og ynskja at menna, og geva teimum hugin at læra.

Umsóknir um upptøku:
Umsóknir um pláss í vøggustovu ella barnagarð er at finna undir teignum oyðubløð.

Ansingargjøld pr. 1. januar 2016:
Vøggustova:1700 kr.
Barnagarður:1300 kr.
Frítíðarskúli (fullan dag)1300 kr.
Frítíðarskúli (skúlabørn)  700 kr.