14.05.2025

Vesturrás stongd fyri allari ferðslu frá viku 21, 19. mai 2025 og so leingi arbeiðið varðar

Frá viku 21, frá 19. mai 2025 og so leingi arbeiði varðar, verður grivið fyri nýggjari áarrørføring gjøgnum Vesturrás. Í hesum sambandi verður eisini nýggj kloakk og drekkvatnsleiðing løgd.

Borgara kunnu ikki ganga ella koyra eftir Vesturrás so leingi arbeiði varðar, Sí kort har arbeiði fer fram.

Heitt verður á borgarar í nevnda strekki, at finna parkering til bilarnar aðra staðni í hesum tíðarskeiði.

Vinarliga Fuglafjarðar kommuna