02.03.2026

Upptøka á vallista til løgtingsval

Til ber at søkja um upptøku á vallista til løgtingsval fyri føroyingar, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttanfyri Føroyar.

Avgerð um upptøku á vallistan skal vera tikin í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.

Umsóknir, sendar inn stutt áðrenn valdagin, kunnu tí ikki væntast at vera avgreiddar til valið.

Seinasta freist at søkja um upptøku er hósdagin 5. mars.

Leinkja til umsóknina Vangin - Fuglafjarðar kommuna - Atkvøðurætt til Løgtingsval.

Nærri kunning er á hesi leinkjuni Lógasavn.