24.03.2025

Ungdómsráðgeving

Ungdómsráðgeving
.. er ókeypis ráðgeving til ung í aldrinum
12 - 17 ár. Ungdómtilboðið í
Fuglafjarðar Kommunu stendur fyri
hesari ráðgeving.
Hjá okkum kanst tú fáa ráðgeving,
har vit yvir eitt styttri ella longri
tíðarskeið, møtast og práta saman
um tína støðu. Vit ynskja at ráðgeva
og hjálpa í tí støðu, sum júst tú ert í.
Onki er ov smátt til okkum. Tí ynskja
vit at hoyra frá tær, um tú hevur
okkurt liggjandi á hjartanum, sum
kann tykjast trupult. Ungdómsráðgevingin
skásetur ikki mál. Bert okkara
tilgongd verður notera so hvørt vit
møtast, og verður alt hettar beint
burtur tá vit eru liðug.

Endamál
Fuglafjarðar Kommuna setti á stovn
í 2023, eitt ungdómshús, sum í dag
kallast UNG 530. Í 2024 høvdu vit í
alt 3.304 vitjanir. Tað er næstan 280
vitjandi um mánaðin. Ungdómstilboðið
leggur stóra vekt á eitt virðiligt
og trygt samband við tað unga
menniskja. Sum kommuna vilja vit
fegin bjóða ungdómi í kommununi
møguleikan at práta við ein vaksnan,
sum hevur royndir og førleikar at
hjálpa og ráðgeva ungdómi.

Tá vit ikki røkka
.. vísa vit á møguleikar sum kunnu
hjálpa tykkum. Í Føroyum eru fyriskipanir
sum lofta ungum og foreldrum,
tá tørvur er á tí, og vit hjálpa
fegin, og fylgja tykkum eisini, í hesi
tilgongd.

Hví
.. tí øll hava rætt til at fáa virðiliga
hjálp. Vit kunnu øll enda í brádliga
íkomnum støðum, sum kunnu tykjast
truplar at loysa, og júst tá kann ungdómsráðgevingin
verða góð fyri
tykkum. Vit ráðgeva í mun til tykkara
støðu, og tí er ongin ráðgeving eins.

Foreldur
Foreldur at ungdómi eru eisini hjartans
vælkomin at leita sær ráðgeving
hjá okkum. Vit í ungdómsráðgevingini
eru greið yvir, at spurningar eisini
stinga seg upp, sum foreldur ynskja
ráðgeving í.

Virðir
Vit arbeiða við virðiligum samskifti,
sum eisini er okkara amboð. Góða
relatiónin er somuleiðis ein fortreyt
fyri góðum úrslitum.

Ring 238009 - Vit eru her fyri teg