27.06.2025

Ung í arbeiði

Í hesi og næsta viku, eru heili 37 ung fólk farin til arbeiðis í Fuglafjarðar Kommunu. Hetta er partur av átakinum Ung í arbeiði, har tey sleppa at royna seg á arbeiðsmarknaðinum.

Tey ungu eru røsk og ágrýtin, og koma at hjálpa til ymsa staðni í kommununa - bæði inni og úti. Hetta er ein góð og mennandi roynd fyri tey, samstundis sum kommunan fær nógv gott burturúr.