Ung í arbeiði er byrjað í dag 26. juni. Komandi tvær vikurnar, hava 19 raskir ungdómar meldað seg til at arbeiða.
Í ár verður arbeitt við at gera spæliplássið á Kambsdali liðugt og at hampa rundanum sparkivøllin á Kambsdali. Eisini, er ein lítil bólkur farin niðan á Skarð, at seta pelar niður, í samband við avmerking av bygdagøtuni.
Fuglafjarðar kommuna gleðist um at ungdómurin vil hjálpa til í kommununi.