29.05.2019

Tekniskur leiðari settur í starv hjá kommununi

Fuglafjarðar býráð hevur á fundi tann 23. mai 2019 tikið avgerð um at seta Pól Adrian Poulsen, Vesturgøtu 6, 100 Tórshavn í starv sum tekniskan leiðara í Fuglafjarðar kommunu.

Pól Adrian er 55 ára gamal og hevur tikið útbúgving sum  tekniskur assistentur, verkfrøðingur og maskinsmiðjur. Viðkomandi hevur fjølbroyttar royndir, og hevur seinastu 18 árini hevur starvast sum verkætlanarleiðari og projektverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu.

Pól Adrian hevur eisini starvast sum verkfrøðingur hjá Arnfinni Setberg, Tórshavnar Skipasmiðju og í entreprenørvinnuni hjá Dánjal Jacobsen, umframt at hann eisini hevur verið lærari á Tekniska Skúla í Tórshavn og verkætlanarleiðari og útviklari hjá Nomatek.

Pól Adrian byrjar í starvinum 01. september 2019.