05.07.2016

Team Rynkeby í Fuglafirði

Komandi hósdag, 7. juli, verður fyrsti teinur í árligu Team Rynkeby Føroyar-súkklingini. Ársins lið fer tá at súkkla sonevnda føroyska prologin, ella undanumfarið, úr Klaksvík til Havnar, men steðgað verður eisini á fleiri staðni á túrinum. Tá eru øll vælkomin at heilsa upp á súkklararnar og hjálparfólkini. Seinni um kvøldið fer ferðaliðið umborð á Norrönu, og frá leygardegnum 9. juli til leygardagin 16. juli verður súkklað í Evropa.

Móttøkur
Hósdagin verður fyrsta almenna tiltakið í Klaksvík við Helnabrekku klokkan 11:00. Síðani súkklar liðið til Fuglafjarðar, har líknandi alment tiltak er við Mentanarhúsið klokkan 12:45. Klokkan 14:10 er súkkluliðið í Runavík og klokkan 15:50 við Margáir í Stremnesi. Klokkan 18 er almenningurin vælkomin at heilsa uppá á Reinsarínum í Havn. Øll støðini verða røður hilnar og ein drekkamunnur at fáa.

Fylg liðnum
Í ár verður gjørligt hjá familju, vinum og áhugaðum at fylgja føroyska liðnum live á internetinum frá klokkan 8 til 17 teir dagarnar súkklað verður. Við at brúka leinki niðanfyri, sæst hvar liðið er statt júst tá. Beinleiðis stroymingin byrjar 9. juli klokkan 8:30. Tað er skipanin RedKnows, ið verður brúkt.

Kelda portal.fo