Arbeiðsformaður til Fuglafjarðar kommunu
Talan er um eitt leiðarastarv, har formaðurin hevur ábyrgd av einum arbeiðstoymi við 8 fólkum. Í starvinum hevur tú ábyrgd av vatnverkum, kloakk, vegakervi, bygningum o.ø. rakstrarligum uppgávum.
Deildin hoyrir undir teknisku deild, men arbeiðir í tøttum samstarvi við aðrar deildir, so sum gartnaradeildina og mentunardeildina v.m.
Arbeiðsøkið hjá formanninum er rakstur, viðlíkahald og íverksetan av verkætlanum.
Týdningarmestu uppgávurnar hjá arbeiðsformanninum eru at
• Vera bindilið millum arbeiðstoymi og tekniska leiðaran
• Raðfesta ymsu arbeiðini saman við umsiting og starvsfólki
• Tryggja høga góðsku á íverksettum arbeiðum
• Uppmáta og skráseta tekniskar leiðingar.
Útbúgving, royndir og førleikar
•Vit søkja eftir einum fólki, sum hevur evni at leiða, leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp.
• Handverkaraprógv ella aðra viðkomandi útbúgving.
• Góðar telduførleikar, ella vilja at menna hesar.
• Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði.
Fuglafjarðar kommuna miðar ímóti at veita víðskygdar tænastur, og strembar eftir at veita bestu umstøður til menning og framburð saman við borgarum, vinnulívi o.ø.
Í okkara dagliga arbeiði verður dentur lagdur á at menna trivnaðin við sterkum felagsskapi og veita fleiri og betri tænastur til øll okkara viðskiftafólk.
Hevur starvið tín áhuga, so er at senda umsókn, saman við CV, til niðanfyri standandandi teldupostadressu.
Setanarviðurskifti
Løn sambært avvarðandi sáttmála.
Umsókn
Umsókn saman við CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. mai 2020, klokkan 12.00.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til info@fuglafjordur.fo og merkjast „Arbeiðsformaður til Fuglafjarðar kommunu“.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Pól Adrian Poulsen, tekniskan leiðara, á telefon 238093, ella 680000.