Søkt verður eftir:
- Námsfrøðingi til barnagarðsstovu at arbeiða 35 tímar um vikuna.
- Starvið verður sett 23. januar ella eftir nærri avtalu.
- Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Hvørji eru vit:
- Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/
Vit sóknast eftir starvsfólki:
- ið hevur umsorgan fyri børnunum
- ið ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkahópinum
- ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- ið samskiftir týðiligt og leggur dent á gott samstarv
- ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. Royndir við karlstad og tekn til talu kann vera ein fyrimunur.
- ið er eldhugað og konstruktivt
- ið sær møguleikar fram um avmarkingar
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv
- fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
- sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi
Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Fyri at verða settur í starv, skal umsøkjari hava reina barnaváttan.
Meira fæst at vita um starvið:
Vilt tú vita meira um stovnin og starvið, kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund
Hannu I. Hansen á tlf. 238031.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:
Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður
ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo.
Umsóknarfreistin er mikudagin 18. januar 2023.