Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær vit leita eftir.
Søkt verður eftir
Røktarfólki at arbeiða í skiftandi vaktum , summarið 2018. Arbeitt verður dag-, kvøldvakt og annaðhvørt vikuskifti.
Størvini vera at byrja 01. juni 2018.
Dentur verður lagdur á:
- Førleika, hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran og røkt.
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Evni og áhuga í at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
- At vera jalig og fleksibul
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott samstarv við onnur fakfólk
Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Brynhild Restorff, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15 mai.
Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: nand@eystur.fo
_____________________________________________________________________________
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.
Sí meira um Nánd á: www.eystur.fo undir “eldri”.