08.07.2024

Starvsfólk til tørvsmetan og fyribyrgjandi heimavitjan

Eitt spennandi starv sum tørvsmeti/visitator umframt at gera fyribyrgjandi heimavitjanir er leyst at søkja í Nánd.

Talan er um heilsufakligt og fyrisitingarligt arbeiði, og fevnir um tvey virkisøkir sambært lóg um heimatænastu og eldrarøkt:

  • Fakliga grundaða tørvsmeting í samband við tilboð og tænastur
  • Tilboð til 75+ ár um fyribyrgjandi heimavitjan

Um starvið

  • Tú verður ein partur av umsitingini hjá Nánd, sum umfatar leiðara, dygdarmennara og tørvsmeta, sum harumframt ger fyribyrgjandi heimavitjanir
  • Tú kemur at hava tætt samstarv við hin tørvsmetan/fyribyrgjaran
  • Tú kemur at visitera til tænastur út frá verandi lóggávu og samtyktum
  • Tú kemur at vera ein týdningarmikil partur í endurmennandi tilgongdini hjá Nánd, har tú stuðlar borgarunum at klára seg sjálvan í egnum heimi sum longst. Vit arbeiða við at menna okkara arbeiðsgongdir í heimatænastuni, har tú fært góðar møguleikar at seta út í kortið, hvussu Nánd kann geva borgarunum tær bestu fyritreytirnar at endurmenna mistar førleikar og stuðla undir borgaranna lívsdygd
  • Tú  kemur at samstarva við umsitingina, deildarleiðaran og endurmenningartoymið á Miðstøðini og deildarleiðararnar á eldrasambýlunum í Leirvík, Norðragøtu og Fuglafirði, umframt Doktarahúsið, sum er dagtilhald fyri fólk við demens
  • Tú fyrireikar mál til viðgerðar í upptøkunevndini til búpláss og stutttíðarpláss og fylgir hesum málum upp
  • Tú samstarvar við aðrar geirar s.s. Sjúkrahúsverkið og Almannverkið
  • Tú kemur at gera fyribyrgjandi heimavitjanir hjá borgarum 75+ ár, har dentur verður lagdur á heilsustimbran og fyribyrging

Førleikakrøv:

  • prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur, ergo- ella fysioterapeutur

Um eingin við hesum útbúgvingum søkir, kann starvsfólk við aðrari heilsufakligari útbúgving verða sett í fyribilsstarv.

Vit vænta, at tú:

  • fylgir fyrisitingarligum meginreglum
  • tryggjar einsháttaða málsviðgerð
  • samskiftir klárt og týðiligt í skrift og talu
  • hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjálvstøðugt og samstarvar tvørfakligt og tvørtur um geirar
  • hevur áhuga og hegni at arbeiða við eldri fólki og teirra avvarðandi og vilt arbeiða útfrá visión, missión og virðisgrundarlagnum hjá Nánd
  • hevur royndir á eldraøkinum
  • ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur, og at tær dámar væl avbjóðingar
  • hevur góðan telduførleika

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur:

  • royndir og/ella eftirútbúgving innan tørvsmetan og fyribyrgjandi heimavitjan
  • starvsroyndir innan fyrisiting
  • útbúgving innan ella vitan um endurmenning og gerontologi

Vit kunnu bjóða:

  • góða innleiðslu, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • góðar møguleikar fyri førleikamenning

Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran í Nánd og tekur við starvinum hálvan august 2024 ella eftir avtalu. Talan er um starvsbrøk 1,0 ella eftir avtalu. Arbeiðstíðin er gerandisdagar.

Starvið verður at seta sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF/Fíggjarmálaráðið.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: poula@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23.07.2024.

Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at arbeiða í samljóði við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý eldrasambýlir, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir www.nand.fo