Kambur er stovnur, ið veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn og frítíðarskúlabørn.
Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið hava dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6 ára børn og frítíðarskúlabørn.
Vit vænta at tú:
- ert álítandi
- tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.
- ert ja-lig/ur
- góð samstarvsevnir
- dámar væl at vera úti/uttandura virksemi
Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin. “Kambur” liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.
Talan er um:
- 3 størv á 30 tímar ætla námsfrøðingum.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Arbeiðstíðin er, mánadag til fríggjadag kl. 07.30 – 17.00
Um eingin námsfrøðingur søkir verða hjálparfólk sett tíðaravmarka.
Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 10.
juni 2019 kl. 12. Eisini ber til at senda teldupost til info@fuglafjordur.fo.
Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, leiðara, á telefon 238092.